Bara tey fátæku fáa eftirløn

DANMARK: Tann ríki hr. Hansen og tann fátæki hr. Hansen fara í framtíðini ikki at fáa somu eftirløn. Tað halda í øllum førum meirilutin av dønum. Tveir av hvørjum trimum halda nevniliga, at eftirlønin um 20 ár fer at verða treytað av, hvussu nógvan pening tann einstaki frammanundan eigur á kistubotninum.

Hetta vísir ein kanning frá TNS Gallup.

Í dag hava allir 65 ára gamlir danir krav uppá at fáa 65.376 um árið í eftirløn.

Men spyr ein danir, so fer tað ikki at verða soleiðis í framtíðini.