Bara sungið undir brúsuni áðrenn

Tíðindafundurin beyð millum annað uppá eina "solodebut" frá Terja Djurhuus. Øll vóru samd um, at tað ljóðaði sera væl hjá honum. - Eg havi einans sungið udnir brúsuni áðrenn, sigur hann

Ein av leikarunum í sangleikinum FAME er Terji Djurhus úr Kollafirði. Hann gongur í 3. Ð í Hoydølum. Hann sang solo á tíðindafundinum í morgun. Øll á staðnum vóru samd um, at tað ljóðaði sera væl hjá honum. Men Terji er ikki nakar royndur sangari.
- Hetta er fyrstu ferð at eg havi sungið alment. Annars havi eg altíð verið ein skápssyngjari. Eg havi sungið undir brúsuni, men hetta var eitt stórt stig fyri meg.
Terji mátti bróta nøkur mørk, tá ið hann trakaði fram í dag.
- Eg havi sera nógvar nervar. Eg hevði sum sagt ongantíð sungið alment fyrr. Eg havi lært nógv av undirvísingini hjá Sigrið, og vónandi fari at menna meg enn meira, sigur Terji.
Hann útihýsir ikki, at hann fer at gera meira við sangin í framtíðini.
- Eg havi fingið betri sjálvsálit av hesum. Tað kann vera, at eg fari at gera meira við sang í framtíðini. Eg útihýsi tí ikki, sigur Terji at enda.