Bara infrastruktur?

- ella útbúgving og møguleikar til okkara eftirkomarar – vit mugu velja nú!

- størsta hóttanin ímóti menningini er júst tann, at vit IKKI hava nokk at bjóða okkara eftirkomarum!

Nú undan valinum kom eg ofta at sita við kensluni av, at vit hava ein veruligan trupulleika – hetta at vit ikki hava nóg góð tilboð til okkara eftirkomarar.

Tað er neyvan nakar nýggjur trupulleiki, at vit ikki standa okkum serliga væl í PISA ella á øðrum økjum, og tí eiga vit at taka eitt ordiligt kjak um, hvussu vit fáa sett veruliga gongd á.

Vit hava alt sum skal til, sum eg hoyrdi danska fíggjarmálaráðharran taka til í eini sending herfyri, so nú mugu vit bretta um ermar, fyri at taka fatur í tað sum skal til, so vit koma longur fram á leið.

Vit mugu royna at sleppa okkum úr hesum, at “nú skal hann ella hasin ikki”, men heldur skulu vit taka nøkur munadygg tøk á leiðini, so vit koma longur fram og kunnu gera tað stuttligari at vera her á oyggjunum.

Kanska eitt sindur háfloygt, men eg ynski, so sanniliga, at okkurt munagott skal vísa seg!

 

Fáið eina tónleikaútbúgving á føtur!

Sum eg havi nevnt, er tað uppá tíðina, at vit fáa skapt tónleikinum og mentanini rúmar ræsur her á oyggjunum, so vit veruliga fáa sett hetta á dagsskrá og vit fjálga um henda týdningarmikla partin í okkara samfelag.

 

Tøgning er neyvan nøktandi!

At vit steðga kjakinum um hesi viðurskiftini tey næstu fýra árini – eitt valskeið væntandi varar – er vónandi ikki tekin um, at hetta ikki hevur serligan týdning.

Setið orðini og málsetningin í settu valskánni um til veruleika – so koma væl longur fram á leiðini – ongin ivi um tað!

Takk fyri!