Bara ÍF manglar venjara

Fyrrverandi spælarar eru favorittar at taka yvir, men fleiri eru um boðið

ÍF er einasta felagið í Effo-deildini, sum ikki hevur sett venjaran til komandi kappingarár. Albert Ellefsen hevur verið venjari farnu tvey árini, men samstarvið heldur ikki fram komandi kappingarár.

 

Longu nú tykjast favorittarnir at verða fyrrverandi spælararnir Alexandar Jovevic og Jákup Mikkelsen. Alexandar Jovevic hevur í ár verið partur av venjaratoyminum, meðan Jákup Mikkelsen hevur verið málverji hjá felagnum.

 

Sum skilst, so hevur Alexandar Jovevic fyrr verið upp á tal sum venjari og er væl lýddur í ÍF. Hinvegin tykist kapping verða um Jákup Mikkelsen sum hjálparvenjara. Søgan sigur, at KÍ somuleiðis eru áhugaðir í at fáa fyrrverandi landsliðsmálverjan sum part av venjaratoyminum.

 

Jógvan Martin Olsen, sum vandi B68 farna kappingarár, hevur verið settur í samband við ÍF. Hann hevur millum annað sagt við in.fo, at hann hevur fingið fyrispurningar. Keldir hjá in.fo siga seg vita, at her verður talan millum annað verið um ÍF.

 

Tó tykist tað fyri vist, at fyrrverandi landsliðsvenjarin ikki verður nýggjur venjari hjá ÍF. Eitt annað navn, sum hevur verið sett í samband við ÍF er Eyðun Klakstein, sum í ár hevur verið venjari hjá KÍ.

 

Í løtuni er formaðurin í ÍF, Njal Reinert-Petersen, burturstaddur og tí verður ongin avgerð tikin enn.