Frank Lampard ivast ikki í, at hann og Ongland hava góðar møguleikar at vinna HM-heitið fyri fyrstu ferð í 40 ár.
Fólk tosa um, at tað er flott, um vit røkka hálvfinaluni, men soleiðis hugsi eg ikki. Veruleikin er, at alt annað enn sjálvt HM-heitið er eitt stórt vónbrot fyri okkum. Vit hava nógvar spælarar í altjóða topp-klassa, og vit hava sterkar persónligheitir. So vit eiga at hava dygdirnar, sum skulu til, heldur miðvallarmotorurin hjá Chelsea og landsliðnum.










