Henrik Gerster kundi helst ynskt sær eina betri byrjan, nú hann skal taka sær av A-landsliðnum í manshondbólti.
Fyrstu venjingarnar vóru um vikuskiftið, men av teimum 21 leikarunum, sum høvdu fingið boð, møttu bara fimm leikarar upp.
Útvarpið visti mánadagin at siga, at øll avboðini tó vóru sambært avtalu við venjaran. Antin tí leikarar vóru skaddir, ella tí teir vóru burturstaddir.