Reiley sang sangin »Breaking My Heart« til Eurovision, har hann umboðaði Danmark. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Bara eitt land atkvøddi fyri Reiley í Eurovision

Eurovision-vónin hjá Danmark hesaferð, føroyski Rani Petersen alias Reiley, fekk bara atkvøður úr grannalandi okkara Íslandi

 

Reiley sang sangin »Breaking My Heart« til Eurovision, har hann umboðaði Danmark. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tað var so langt frá nóg mikið av atkvøðum fyri Reiley til at sleppa víðari í finaluna í Eurovisión. Tað vísa atkvøðutølini, sum fyrireikararnir nú hava almannakunngjørt.

Reiley var fyrstur á palli í seinnu hálvfinaluni hóskvøldið. Har kappaðust 16 lond um tíggju pláss í finaluni.

Reiley fekk seks atkvøður, sum allar komu úr Íslandi. Tað var ikki nóg mikið til at senda Danmark víðari.

Danmark var tó framman fyri Rumenia og San Marino, sum ongar atkvøður fingu og tí heldur ikki sluppu í finaluna.

Mótsatt Danmark megnaðu grannalondini at vinna sær pláss í finaluni.

Meðan Noreg fekk fimtaplássi, eydnaðist svensku Loreen at fara við sigrinum við lagnum »Tattoo«. 

Hon fekk 583 stig.

Tað er ikki fyrstu ferð, at hon hevur vunnið mikrofonformaða minnismerkið. Eisini í 2012 vann hon Eurovision – ta ferðina við lagnum »Euphoria«.

Harvið er hon fyrst kvinnan nakrantíð, sum hevur vunnið Eurovision tvær ferðir.

Danmark hevur ikki verið í Eurovision-finaluni síðani 2019.

Fríggjadagin segði Ole Topholm, sum hevur verið viðmerkjari hjá DR frá 2011 til 2019, at Danmark er í eini »søguligari niðurbræðing«, og at tey nú hoyra til millum tær vánaligu tjóðirnar í kappingin.

– Vit gjørdust veikasta liðið í Norðurlondum. Ísland reyk eisini út í hálvfinaluni, men tey vóru í finaluni so seint sum í fjør, segði Ole Topholm við DR fríggjadagin.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, og Ivan Nicalsen, kringvarpsstjóri, hava bæði sagt, at Føroyar fara at søkja um limaskap í EBU, sum er felag fyri public service sendistøðir og sum fyriskipar sangkappingini. Um Føroyar fáa limaskap, so er møguleiki fyri, at Føroyar kunnu luttaka í sangkappingini.

 

 

 

 

Reiley sang sangin »Breaking My Heart« til Eurovision, har hann umboðaði Danmark. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix