Bara ein lítil hvøkkur

Eftir stóra yvirvág í fyrsta settið, dovnaði Fram í øðrum setti og mátti stríðast fyri ikki at lova Fleyr framat. Kortini gjørdist sigurin tryggur

Mansflogbóltur

Enn eigur unga liðið hjá Fleyr sín fyrsta sigur til góðar, men hósdagin var tað um reppið, at ? um ikki annað ? fyrsta settið varð fingið til høldar.
Fram legði bragdliga fyri í fyrsta setti og sópaði alla mótstøðu av vøllinum. Settúrslitið 10-25 talar fyri seg, og tað sigur eisini alt um, hvussu vorðið var.
Fellan, tá so væl gongst í hond, er ofta tann, at tingini ikki verða tikin í nóg stórum álvara, og ta felluna datt Fram í í øðrum setti.
Men fyri tað skal einki takast frá spælinum hjá Fleyr hesa løtuna, ið var sera gott. Tað eydnaðist ungu spælarunum hjá Fleyr at trýsta Fram í botn, og tað var akkurát so, at Fram fekk vunnið settið, ið endaði 25-27.
Hetta var ein hvøkkur fyri liðið hjá Fram, ið bert við neyð og deyð fekk vunnið settið, men síðani í triðja settinum aftur fekk fótin fyri seg og vann trygt, 16-25.
Tá tað ráddi um at vinna avgerandi støðurnar, var Fram klárt betra liðið og greiddi setningin. Serliga vóru tað servurnar hjá Fram, ið høvdu munin gjøgnum meginpartin av dystinum.
Fleyr spældi væl til tíðir, og serliga gekst væl við móttøkunum, meðan álopsspælið kanska enn ikki er nóg gott.