Í fyrrakvøldið bar línuskipið Mascot við land á einum flúri innanfyri Kirkjubønes. Manningin staðfesti ikki nakran leka, so skipið helt fram inn á Toftir at avreiða. Har fór kavari niður at kanna botnin og hann staðfesti, botnurin hevði fingið týðiligan skaða, eitt nú var hol komið á. Av tí sama fór mascot til Havnar í morgin, har hann varð tikin upp á sleipistøð. |