Bannon meldar seg til FBI í máli um álop á Kongressina

Fyrrverandi sjefstrategurin hjá Donald Trump varð í síðstu viku skuldsettur fyri vanvirðing av Kongressini og skal fyri ein dómara í dag.

Fyrrverandi høvuðsstrategurin hjá Trump, Steve Bannon, kom við eini stuttari fráboðan, tá hann í dag meldaði seg sjálvan til FBI í Washington D. C. - Foto: Win Mcnamee/Ritzau Scanpix

Steve Bannon, sum var sjefstrategur fyri undanfarna amerikanska forsetan Donald Trump, hevur meldað seg sjálvan til amerikonsku løgregluna í dag.

 

Tað hendir, tríggjar dagar eftir at hann í fríggjadagin var skuldsettur fyri at nokta at vitna í Kongressini um álopið á kongressbygningin 6. januar í ár.

 

Hann verður helst settur fyri rættin seinni í dag.

 

Tá Bannon í dag kom til skrivstovuna hjá samveldisløgregluni fyri at melda seg, livestroymdi hann á sosiala miðilinum Gettr og heitti í eini stuttari fráboðan á stuðlar sum um at varðveita fokus.

 

– Vit koppa stjórnini hjá Biden, segði hann og hugdi beint í myndatólið.

 

– Eg vil hava, at tit halda fokus. Hetta er bara larmur.

 

Bannin møtti ikki til eina hoyring tann 14. oktober.

 

Tí verður hann rættarfylgdur fyri tvær ferðir vanvirðing – fyri at ignorera stevningar ogh fyri ikki at vilja avhenda skjøl til ta kongressnevndina, sum kann hendingarnar 6. januar.

 

Vanvirðing fyri Kongressini kann í grovum førum revsast við fongsli í upp til eitt ár.

 

Bannon er millum tey 30 fólkini frá innara ringinum hjá Trump, sum eru biðin um at lata kongressnevndini frágreiðing.

 

Nevndin vil fegin hoyra meira um, hvat hendi í Hvítu Húsunum undan 6. januar og sjálvan dagin.

 

Sambært metingum hjá løgmálaráðnum troðkaðu eini 2.000 fólk kongressbygningin tann dagin í eini roynd at forða fyri formligu góðkenningini av Joe Biden sum vinnara av amerikanska forsetavalinum í november í fjør.

 

/ritzau/Reuters

 

Fyrrverandi høvuðsstrategurin hjá Trump, Steve Bannon, kom við eini stuttari fráboðan, tá hann í dag meldaði seg sjálvan til FBI í Washington D. C. - Foto: Win Mcnamee/Ritzau Scanpix