Bannaður fyri lívið

Cubanski Angel Valodia Matos, sum vann OL-gull fyri átta árum síðani, sleppur ongan tíð aftur at kappast Tað hevur altjóða taekwondo-sambandið boðað frá eftir tilburðin í morgun, har Matos sparkaði dómaran í øði um, at cubanski stríðsmaðurin varð dømdur at tapa. - Hetta er groft brot á andan í taekwondo og olympiska andanum. Og revsingin er hendan og galdandi frá hesi løtu: Lívlangt bann til venjaran og íðkarin til allar kappingar, sum verða skipaðar av altjóða taekwondo-sambandinum, sigur altjóða sambandið í tíðindaskrivi. Matos, sum berjist í 80 kg flokkinum, vann gull í Sydney fyri átta árum síðani. Í morgun bardist hann um bronsuna móti Arman Chilmanov úr Kasahkstan, tá svenki dómarin, Chakir Chelbat, dømdi Matos at tapa dystin.