Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur á heimasíðu síni, at tað er bannað at flyta livandi seyð og neyt millum oyggjarnar
Almenna ásetingin í kunngerðini (kunngerð nr. 3 frá 14 januar 2003) ásetur, at forboð er fyri flutningi av livandi neytum, seyði, geitum og svínum úr øllum oyggjum í Føroyum.?Undantikið er flutningur av seyði úr óbygdum oyggjum, hólmum og stakkum til sláturs á plássum, har nevndu støð natúrliga hoyra til. Dømi í hesum sambandi kann verða flutningur av seyði úr Lítlu Dímun til Hvalbiar.
Endamálið við kunngerðini, er fyrst og fremst at fyribyrgja spjaðing av møguligum djórasjúkum.
Kunngerðin hevur tó áseting um, at undantak kann veitast, um so er at flutningurin ikki førir við sær munandi vanda fyri sjúkuspjaðing.
Tá undantak skal latast til flutning av kleyvdýrum oyggjanna millum, skal umsókn sendast okkum.
Vert er at geva gætur, at tað er sendarin av kleyvdýrunum, ið skal søkja um undantaksloyvi. Eisini er vert at geva gætur, at kostnaðurin fyri undtantaksloyvið, er 170 kr/loyvi.