- Tað eru truplar tíðar fyri bankar í dag. Tað er lágkonjukturur, og eftirspurningurin eftir okkara tænastum er minni. Tað ber samstundis við sær, at tapini eru størri. Treytirnar eru ikki optimalar at reka bankar júst nú, men vit eru væl nøgdir við gongdina.
Tað sigur Janus Petersen, stjóri í BankNordik.
Rakstrarúrslitið hjá bankanum varð 131 milliónir krónur áðrenn niðurskrivingar fyrra hálvár í ár. Tað er betri enn í fjør, tá rakstrarúrslitið var 120 milliónir krónur.
HOYR SAMRØÐUNA VIÐ JANUS PETERSEN Á RÁS2 HER