Bygnaðarbroytingar í BankNordik bera við sær, at fleiri nýggj størv verða sett á stovn í Føroyum.
- BankNordik hevur í eina tíð arbeitt við nýggjari strategi fyri privatkundaøkið, sum grundleggjandi snýr seg um, at bankin skal leggja alla orku í at skapa størst virði fyri kundar sínar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, skrivar bankin.
Bankin sigur, at hesar bygnaðarbroytingarnar, sum millum annað miðsavna virksemi bankans, skulu búgva bankan til framtíðina. Millum annað fer bankin at gera íløgur í talgildar loysnir, ið gera tað lættari og smidligari at avgreiða síni bankaviðurskifti.
Bygnaðarbroytingarnar bera við sær, at fyrisitingarligu størvini vera færri, meðan starvsfólk í kundavendum deildum gerast fleiri í tali. Umleið 15 nýggj størv verða sett á størv í Føroyum, og samanlagt hækkar starvsfólkatalið í bankanum við 6 starvsfólkum.