Leo Poulsen
Kappingin er skipað sum einstaklingakapping við fullum handikappi, men fyri at geva fleiri spælarum møguleika at kappast um heiðurslønirnar, verður eisini skipað fyri eini liðkapping millum lið, sum kappingarleiðslan setir saman.
Neyvaru reglurnar fyri kappingina eru ly?star a? heimasi?ðuni www.golf.fo.
BankNordik stuðlar kappingini við at lata trimum teimum bestu i? kappingini go?ðar vinningar. Harafturat letur bankin øllum luttakarunum eina eskju við golfbo?ltum.
Eisini verða vinningar latnir luttakarunum a? besta liðnum i? liðkappingini, umframt at aðrar smærri kappingar verða lagdar inn i? sja?lvt spælið.
BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfi?tro?ttini, sum fo?lk i? øllum aldri a? li?vsleiðini kunnu luttaka i?. Kring allan heimin er a?hugin fyri golfspælinum sera skjo?tt vaksandi. Golfspælarar ganga no?gv og my?kja samstundis nærum alt likamið, ta? sligið verður til bo?ltin.
Ikki er neyðugt at vera limur i? To?rshavnar Golffelag fyri at kunna vera við i? BankNordik Open. Kappingin er opin fyri øllum, sum hava eitt go?ðkent golfhandikapp a? 54 ella lægri.