BankNordik í lýsingarherferð í Danmark

Við einum lýsingarfilmi, sum Sansir í Keypmannahavn hava gjørt, skal BankNordik gerast meiri kendur millum vanligu danarnar. BankNordik er farið undir eina lýsingarherferð í Danmark fyri at danski almenningurin skal gerast varðugur við føroyska bankan.

BankNordik hevur níggju deildir í Danmark, sum teir keyptu frá SparBank í februar í fjør. Flestu deildirnar liggja í útsynnings Danmark, so bankin hevur upptikið ein lýsingarfilm, sum frá í kvøld av verður vístur á TV Syd. Um 14 dagar verður hann eisini vístur á TV Fyn.

- Endamálið við nýggju lýsingarherferðini er at økja um tilvitanina á marknaðarøkinum hjá bankanum í Danmark, sigur Jan Ulsø Madsen, sum er stjóri fyri BankNordik í Danmark.

Umframt ynskið um at gera BankNordik-navnið kent millum fleiri danir, er endamálið við lýsingarfilminum, at bankin er førur fyri at seta seg inn í kundans støðu.

- Aktuella støðan hjá kundanum er unikk í mun til bæði støðuna í lívinum, og fíggjarligu støðuna hjá tí einstaka. Tí gera vit nógv fyri at seta okkum í støðuna hjá kundanum, og tað gongur eisini greitt fram av filminum, sigur Jan Ulsø Madsen.

Lýsingarfilmurin er gjørdur av føroysku deildini í Danmark av lýsingarstovuni Sansir, sum hevur gjørt filmin í samstarvi við Nosuchname.

- Útgangsstøðið fyri filminum er at branda bankan, og síðani at upparbeiða eina støðu sum lokalbanki, har snaringspunktið er einstaki kundin, sigur Rune Galschiøt, kreativur stjóri í deildini hjá Sansum í Keypmannahavn.