BankNordik dýrasta netbanka

Tað er nógv dýrast at hava netbanka í BankNordik.

Tað vísir eitt yvirlit, sum Dimmalætting hevur gjørt.

Meðan Eik, Norðoya Sparikassi og flestu donsku bankarnir veita ókeypis netbanka til sínar privatkundar, so krevur Bank Nordik bæði 100 krónur í stovningargjaldi umframt eitt árligt gjald á 120 krónur fyri netbankan.

Eisini Suðuroyar Sparikassi tekur eitt árligt gjald – 80 krónur ella fjøruti krónur minni enn Bank Nordik. Suðuroyar Sparikassi tekur hinvegin einki stovningargjald.

Orsøkin til, at Bank Nordik sum tann einasti bankin í Føroyum tekur bæði stovningargjald og árligt gjald fyri netbankan er, sambært John Rajani, stjóra, at tað kostar bankanum, at brúkarnir nýta netbankan.

- Allar okkara KT-skipanir og netbankin eru sera dýrar, og millum annað tí er gjald á netbankanum, sigur John Rajani við Dimmalætting.

BankNordik hevur eitt annað ivasamt met í føroyska bankaheiminum.

Eins og hjá Eik Banka fær vanligi løntakarin hjá BankNordik onga rentu á vanligu lønarkontuni.

Tað gera hann hinvegin hjá bæði Suðuroyar Sparikassi, ið veitir 0.25 % í rentu og hjá Norðoya Sparikassa, sum letur 0,10 procent í rentu til tey, sum hava lønarkonto har.

BankNordik kundi annars í vár – saman við Eik Banka – reypa av at hava bestu útlánsrentu á vanligum sethúsaláni, men tað kann hann ikki longur.

Tí báðir bankarnir valdu herfyri at hækka rentuna, so hon er ájøvn hinum bankunum, 5,1 procent.

Bank Nordik var ikki serliga fegin um at rópa hart um tað.

"Rentutillagingar", "rentubroytingar" og "at dagføra renturnar" kallaði Bank Nordik tað fyri í lýsingini, sum boðar frá nýggju hækkaðu rentuni, sum millum annað ger, at eitt húski, sum hevur eina millión í sethúsaláni má av við meir enn 2000 krónur árliga.

Í Eik Banka kallaðu tey hinvegin ein spaka fyri ein spaka, tá tey boðaðu frá, at lívið hjá sínum kundum, ið hava sethúsalán, verður munandi súrari: "Eik hækkar rentuna", stóð í kunngerðini hjá bankanum.