Í Danmark er Sydbank komin í eldin, eftir at Jyllandsposturin hevur skrivað, at bankin hevur fjalt svartar pengar í einum dótturbanka í Sveis.
Blaðið hevur fingið upplýsingarnar úr innanhýsisskjølum hjá bankanum, og sambært blaðnum var málið hjá bankanum at hjálpa múgvandi viðskiftafólki at sleppa undan at rinda skatt og arvagjøld í Danmark.
Skrivingin fekk í gjár Fíggjareftirlitið at biðja Sydbank um eina frágreiðing um viðurskiftini. Leiðandi løgfrøðingurin hjá bankanum, Karin Sønderbæk, segði í gjár, at bankin hevur havt skil á sínum viðurskiftum, men hun vildi ikki útiloka, at bankin kann hava gjørt okkurt mistak.