Bankaumskipan í Suðuroy

Suðuroyar Sparikassi verður nú umskipaður til partafelag. Ábyrgdarar fáa boðið at umskifta ábyrgdarapening til partapening til kurs 100

Sparikassi

Hetta varð avgjørt, tá Sparikassin hevði aðalfund mánakvøldið. Stóra málið á fundinum var, hvørt Sparikassin skuldi umskipast til partafelag ella ikki. Ein umskipan, sum eisini ber við sær, at Sparikassin fær møguleika at virka sum veruligur banki.

Fáa kurs 100
Aðalfundurin tók undir við broytingini, og nú verða formligu viðurskiftini avgreidd, soleiðis at umskipanin gerst veruleiki.
Ein av broytingunum, sum ábyrgdararnir merkja best, er, at ábyrgdarfæiið nú verður umskipað til partapening. Væntaða umskipanin hevur eisini merkt áhugan fyri at tekna ábyrgdarapening, og seinastu tíðina er ábyrgdarfæið økt úr einari í knappliga tríggjar milliónir, verður sagt í tíðindaskrivi. Eitt fæ, sum verður umskift til partapening til kurs 100.
Samlaðai partapeningurin eftir umskipanina er 40.467 tkr. Av hesum kemur nýstovnaði Suðuroyargrunnurin at eiga 37.543 tkr.