Danski bankaserfrøðingurin, Bjarne Jensen, kom seinnapartin til Føroya og verður at hoyra í Miðlahúsinum í kvøld. Her fer hann at gera viðmerkingar til kjakið um einskiljingina av Føroya Banka.
Upprunaliga var ætlanin, at fyrilesturin skuldi vera klokkan 19.30, men av tí, at sjónvarpið tekur sama evni upp, er kjakið flutt til klokkan 20.00.
Tað ber tó til at fylgja við í Miðlahúsinum í bæði Degi & Viku og sjónvarpskjaki millum floksformennirnar frá klokkan 19.15, og at hoyra fyrilesturin hjá Bjarne Jensen í Miðlahúsinum klokkan 20. Dentur skal leggjast á, at sjálvur fyrilesturin IKKI verður vístur í sjónvarpinum, men á stórskíggja á Hvonn, fyri tey ið ikki rúmast í Miðlahúsinum.
Danski bankaserfrøðingurin hevur millum annað sagt hetta um einskiljingina:
- At steðga søluni av Føroya Banki er tann reini ørskapur, tí hetta fer at máa støðið undan álitinum hjá íleggjarum. Úrslitið verður ivaleyst ein uppaftur lægri prísur, tá bankin einaferð skal seljast. Harafturat er onki, sum bendir á, at virðið á bankanum fer at økjast, tí marknaðurin hevur ongantíð verið betri enn júst nú. Harafturat er vandi fyri, at útlendskir íleggjarar missa álitið á Føroyum.
Áhugin fyri fyrilestrinum er stórur, og um fult verður í Miðlahúsinum, ber eisini til at fylgja við á stórskíggja á Hvonn yvirav.
Kostnaðurin fyri tiltakið í kvøld er 50 kr.