Fyri at endurfíggja skuldina hjá Atlantic Petroleum hava Eik og Føroya Banki kravt nýggjar nevndarlimir fyri Kjartal Hoydal, Óla Hammer og Petur Even Djurhuus Hetta framgongur av tíðindaskrivi, sum Atlantic Petroleum hevur sent út fyri løtu síðani.
Atlantic Petroleum hevur leingi arbeitt við at endurfíggja stuttfreistaða skuld, sum fellur til gjaldingar seinast í juli mánaði og við árslok í ár.
Eik og Føroya Banki hava nú játtað at endurfíggja skuldina, men hetta verður ikki uttan treytir, skilst.
Áðrenn 1. juli skulu tríggir nýggir nevndarlimir veljast fyri Kjartan Hoydal, Óla Hammer og Petur Even Djurhuus. Kjartan Hoydal hevur annars verið formaður, men tann sessin hevur hann nú lagt frá sær, og fram til eykaaðalfundin virkar Poul Mohr sum nevndarformaður. Poul Mohr umboðar P/F 14 í nevndini, og saman við Mortan Johannesen, sum eisini telist millum stóru partaeigararnar, hevur hann játtað at atkvøða fyri nýggja nevndarvalinum í tráð við viljan hjá lánveitarunum.
Hartil verður í tíðindaskrivinum nevnt, at Atlantic Petroleum ikki kann fara undir ávísar íløgur, sum tikið verður til, uttan at hetta er góðkent av lánveitarunum.
Endurfíggjanin frá Eik og Føroya Banka er stuttfreistað, og skal felagið næstu seks til níggju mánaðirnar finna fram til eina varandi loysn á kapitaltørvinum, verður sagt í tíðindaskrivinum.










