Bankamaður við áræði

Hóast hann er 78 ára gamal, hevur amerikanski tjóðbankastjórin játtað at halda fram fýra ár afturat.

-Hann ger eitt frálíkt arbeiði, segði talsmaðurin hjá George W. Bush, forseta, Scott McClellan, tá forsetin hevði boðað frá, at hann hevði gjørt av at biðja Alan Greenspan halda fram sum nevndarformaður í amerikanska tjóðbankanum.

Sjálvur sigur Greenspan, at honum nýttist ikki langa tíð til at umhugsa áheitanina frá forsetanum.

-Eg kenni tað sum ein stóran heiður, at forsetin vil hava meg at halda fram. Tekur Senatið undir við tí, eri eg til reiðar at halda fram í starvinum, sigur tann 78 ára gamli bankamaðurin.