Bankamálið spøkir inntil føroyingar greiða fullveldisspurningin

Pia Larsen roknar við, at eftirristingarnar av føroyska bankamálinum fara at merkjast inntil føroyingar hava tikið endaliga støðu í fullveldisspurningum

Framsøgukvinna hjá Vinstraflokkinum í málum viðvíkjandi Føroyum roknar við, at bankamálið fer ikki at fáa endaligan frið í politiska orðaskiftinum fyrr enn føroyingar hava tikið endaliga støðu í fullveldisspurninginum.

Fólkatingskvinnan heldur, at málini á nógvar hættir eru tengd saman. Føroysku fullveldisætlaninar tóku rættiliga dyk á seg júst í sambandi við bankamálið. Ríkisrættiligu viðurskiftini gjørdist somuleiðis stórur partur av orðaskiftinum júst í sambandi við bankamálið.

Hon vísir eisini á, at um føroyingar velja endaliga, so skal fólkaatkvøða til. Og tá fer bankamálið helst eisini at vera drigið fram í orðaskiftinum, ið tá fer at verða.