Bankalán í evrulondunum tryggjað

Londini, sum brúka evruna sum gjaldoyra, eru samd um at tryggja lán, sum bankarnir læna sínamillum Á fundi í París í gjár vóru leiðararnir í evrulondunum samdir um, at tað týdningarmesta er at fáa bankarnar at hava álit á hvør øðrum, og teir samdust tí um, at hvørt land sær skal veita bankunum trygd fyri lánum, sum teir taka frá hvør øðrum.

Teir 15 leiðararnir siga, at vantandi álit bankanna millum hevur verið ein tann størsti trupulleikin undir fíggjarkreppuni. Við at veita bankunum trygd fyri sínamillum lánum vóna leiðararnir, at gongd kamm koma áaftur.

Umframt trygdarskipanina fara londini hvørt í sínum lagi at koyra eyka gjaldføri út á fíggjarmarknaðin.

Norska stjórnin samtykti í gjár ein hjálparpakka við 310 milliardum krónum.