Í Iran hevur ein dómstólur dømt fýra fólk til deyða fyri teirra lut í einari umfatandi bankagølu. Tvey onnur fingu lívlanga fongsulsrevsing, og nøkur onnur fingu upp í 25 ára fongsul.
Málið snýr seg um fíggjarundandrátt fyri fleiri milliardir, og tað hevur kostað fleiri týðandi stjórum í tí iranska fíggjarkervinum starvið.
Harafturat hevur málið lagt ein svartan skugga inn í ta iransku stjórnina og forsetaembætið hjá Mahmoud Ahmadinejad, sum er í høðrum stríði við tann víðgongda partin av prestastýrinum. Í fjør ljóðaði, at forsetaskrivstovan hevði verið uppi í gøluni, men tað hevur forsetin avsannað.
Bankagølan kom undan kavi í september í fjør og snýr seg um falsað skjøl, sum eitt iranskt íløgufelag brúkti til at tryggja sær lán fyri 15,7 milliardir krónur, sum felagið keypti almenn feløg fyri.