Havnar Badmintonfelag og BankNordik hava í dag undirskrivað eitt ára stuðulssáttmála, sum gevur Havnar Badmintonfelag møguleika at styrkja miðvísa virksemi við ungu leikarunum.
Seinastu árini hava leikarar úr badmintonfelagnum í høvuðsstaðnum fingið góð úrslit í heimligu kappingunum, í kappingum uttanlands og hava eisini staðið seg væl á Oyggjaleikunum.
- Góðu úrslitini eru ein ávøkstur av miðvísum ungdómsarbeiði, har felagið brúkar nógva orku upp á at raðfesta dygdargóða venjing av ungu leikarunum. Stuðulssáttmálin við BankNordik gevur Havnar Badmintonfelag møguleika at styrkja hetta miðvísa virksemi við ungu leikarunum enn meira, skrivar Havnar Badmintonfelag í einum tíðindaskrivi í dag.
Havnar Badmintonfelag er eitt sera virki felag og útvið 300 limir hava sína dagligu gongd í felagnum. Ungu leikararnir í Havnar Badmintonfelag ferðast regluliga uttanlands at kappast og í komandi viku fara umleið 20 leikarar úr Havnar Badmintonfelag til Reykjavíkar at luttaka í Reykjvík International Games. Hetta er fimta árið á rað, at felagið luttekur í hesari kappingini.
- Í HBF fegnast vit almikið um, at felagið nú hevur gjørt sáttmála við BankNordik, tí tað gevur okkum møguleika at víðarimenna virksemi í felagnum. Vit gleða okkum til samstarvið, og vilja vit gera okkara til, at tað verður til frama fyri báðar partar, sigur Marjun Niclasen, forkvinna í Havnar Badmintonfelag.









