Tað hevur verið eitt sindur av ónøgd millum grindvíkingar, at teir ikki eru slopinir aftur í hús síni at búgva. Í fleiri vikur eru tey ikki sloppin at vera í býnum, tí mett verður, at har er ov ótrygt at vera.
Vit frætta úr Íslandi, at myndugleikar hava sent sms út til at fólk sum møguliga eru í Grindavík skulu sleppa sær burtur alt fyri eitt.
Tað eru fólk, sum ikki gera sum løgreglan sigur, og so seint sum í dag hava íslendskir miðlar havt søgur um misnøgd fólk, sum ætlaðu sær at gista í Grindavík. Løgreglan hótti við at handtaka tey, um tey ikki fóru úr býnum – »meðan seismometrini at kalla ikki flyta seg, og sannlíkindini fyri eldgosi sigast at vera skótt fallandi«, varð skrivað í Vísir í morgun.
Men nú er eldgosið so veruleiki, og løgreglan vil fegin tryggja sær, at eingin er í Grindavík nú.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##