Bangin at tað kann enda í kaos

Landsstýrismaðurin við ferðavinnumálum, Poul Michelsen, er bangin fyri, at støðan í ferðavinnuni, nú bøndur eru farnir at taka gjald fyri ganga í haga, kann enda í kaos

– Støðan er sera trupul í løtuni. Eg ræðist um tað endar í kaos. Eg vóni ikki, at tað kemur til tað, at ferðafólk, sum koma til Føroya, fáa keðilig upplivilsi, og at tey fara at siga, at tey aldrin vilja koma aftur til Føroya, sigur Poul Michelsen.
Nú hava nakrir bøndur og festarar lagt gjald á ferðafólk, um tey ætla at fara í hagan, ið teir umsita. Aðrir hava boðað frá, at teir fara at leggja gjald á. Nýggja felagið, Hagafelag Føroya, hevur verið úti, og sagt, at føroyingar eiga at hava rætt at fara í hagan uttan at gjalda fyri tað.

Les alla samrøðuna við Poul Michelsen í Sosialinum, ið er komin út í sølubúðirnar kring landið. Har ber eisini til at lesa meira um støðuna innan ferðavinnuna kring landið.