Band, bilar og børn

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Børn verða brúkt sum undanførsla fyri so nógv. Og ikki bara fyri, at hítir eru so dýrar í Føroyum.

Fólk, sum annars eru mett at vera so toluliga skilagóð og ikki býttari enn fjøldin, tveita sjálvboðin frá sær frælsið (eisini rabiat loysingarfólk) og gifta seg. Ikki so fá enntá fleiri ferðir. Tí tey eiga børn. Og tá er fyrimunur at vera ófræls/ur. Okkurt við foreldramyndugleika ella foreldrarætti, teir ljóða sum ein kúgingaramboð, og arvi og øðrum løgfrøðiligum bondum, sum binda hjún.

Fólk hava bil, tey flestu fleiri enn ein, tí tey hava børn, siga tey.

Tá eg var barn, høvdu børnini bein, og tey dugdu eisini at brúka tey. Børn gingu í skúla og tey gingu heimaftur. Um veturin koyrdu vit á sparkara. Tá vit dugdu at telja upp í 20, súkklaðu vit.

Leysir, aktivir barnalokkarar vóru eisini tá og leysir hundar. Men ferðslan var sjálvandi ikki so stór sum nú, tá hvørt skúlabarn verður koyrt fram og aftur. Men tá vóru ongar gongubreytir, tað eg minnist. So vandin á vegunum var ikki minni enn nú.

Eg eri ikki giftur, eg eigi eingi børn. So eg havi ikki bil. Eg lærdi at ganga nøkur ár, áðrenn eg fór í skúla.

Sum eitt trilvandi fet á endaleysu frælsisleiðini í oyðuni er flaggdagurin vorðin ein halgidagur, líka keðiligur sum allir aðrír halgidagar. Ikki ein hallelýjadagur, men kortini eitt sindur religiørur. Vit flagga við krossinum.

Nógv krossaðu seg, tá tey fingu valkortið til fólkaatkvøðuna og lósu baksíðuna. Men hon er bara vegleiðandi, baksíðan, siga tey, sum gloymdu at rættlesa, tí nú er alt vorðið samanlagt, rasjonaliserað og so effektivt. Ongar dupultar funksjónir, bara onnur síðan verður rættlisin.

Púra samdur. Tað líkist ongum ella tí, sum verri er, at samkynd nú skulu sleppa inn í barnagarðarnar at heilavaska børnini, so tey halda, at tað er í fínasta lagi, at maður liggur hjá manni, og kona hjá konu. Hetta er júst tann væl smurda glíðibreytin, sum vit ávaraðu móti, tá grein 266b varð lumpað inn á okkum við tápuligum argumentum um tolsemi, og at øll hava rætt at vera her ella har, sama hvørju megin, tey liva kynslívið.

Í barnagarðinum eiga tey at hoyra søguna um Heidi og fjallatussan, sum ivaleyst var pedofilur, hóast hann ongantíð varð skuldsettur og enn minni ákærdur og uppaftur enn minni dømdur fyri tað.

Og kristindómurin skal boðast í sandkassanum, upp á gamla mátan við harðskapi, hóast tað er forboðið at sláa børn, tá nakar, sum kann hugsast at siga frá, sær.

Men tað ber til at fylla buksurnar ella sparkidraktirnar gjá teimum við vátum sandi, duga tey ikki faðirvár uttanat, ella at signa seg við einum fingri ella brodera Harrin signi heimið í ljósareyðum.

Vit eiga ikki at gloyma, at uttan harðskap og væl brýnd svørð og spjót var eingin kristindómur. Og so stóð illa til í bardaganum móti tolsemi og skeivari kynsligari orientering. So var eingin fagnaður at boða.

Børn eiga at læra at sláa og bíta og klóra og sparka og royta longu í vøggustovuni, so tey fáa vart seg móti øllum tí ónda, sum biðar eftir teimum har úti.

Ikki tí, tey nógvu hava foreldur, sum eru gift, og tí eru tey bara úti, tá tey ganga frá úthurðini til bilhurðina. Og tað er sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, serliga langt.