Banalt klandur millum landsstýrismenn

Ikki tí eg veit tað, men eg havi trupult at ímynda mær, at ráðharrar í øðrum londum fara út í alment banalt lesarabrævklandur, sum okkara landsstýrismenn gera.

Fólkaflokkurin garantur fyri øktum almennum útreiðslum
Sum vanligt er, hvørja ferð onkur klókur sigur, at almenni sektorurin er ov dýrur at reka, so stormar Fólkaflokkurin fram við sínum propaganda um, at nú má vend koma í. Hesuferð slapp tað tó ikki at standa ósvarað, kanska tí Jørgen Niclasen sjálvur hevur flest alment lønt á sínum lønarlista. Fleiri eru tey, sum hava gjørt vart við, at um Fólkaflokkurin so gjarna vil minka um almenna sektorin, hví hevur so sami Fólkaflokkur, sum hevur sitið við valdið øll hesi ár og staðið á odda fyri vøkstrinum í almenna sektorinum, ikki handlað hareftir? Hugaligari hevði sjálvandi verið, um Fólkaflokkurin hevði havt okkurt ítøkiligt at víst á, men nei, tølini tala, øll árini Fólkaflokkurin hevur sitið við valdið, hevur almenni sektorurin staðið fyri stórum vøkstri.

Kostnaðarmikil almennur sjónleikur
Almenni sjónleikurin, sum í løtuni verður framførdur fyri Føroya fólki, millum landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard og Jørgen Niclasen, uttanríkisráðaharra, er í veruleikanum syrgiligur. Í øðrum londum eru ráðharrasessir sum hesir, merktir av tign, ábyrgd og valdi. Í Føroyum, ja her fara okkara egnu út í alment blaðkjak, um hvør hevur fleiri ella færri starvsfólk á sínum lønarlista. Báðir eru tó púra samdir um, at almennu útreiðslurnar eru ov høgar, men bara ikki almennu útreiðslur teir sjálvir varða av.

Rópa upp og klandrast, men einki verður gjørt
Sjálvandi er tað eitt álvarsmál, at føroyski búskapurin druknar í vaksandi almennum útreiðslum, men klandrivættini Jørgen Niclasen og Jóannes Eidesgaard, sum eru landsins ráðandi menn, skuldu heldur komið við veruligum loysnum, tí meiri tíð teir brúka upp á klandur, tess meira vaksa almennu útreiðslurnar.