ST-aðalskrivarin er nú komin til Burma at tingast við hernaðarstýrið um neyðhjálpina Eftir at hava sýtt fyri at tosa við hann hevur hernaðarstýrið í Burma nú loyvt ST-aðalskrivaranum, Ban Ki-Moon, at koma til landið og at kunna seg um viðurskiftini eftir melduródnina herfyri.
Endamálið við ferðini hjá aðalskrivaranum er at fáa hernaðarstýrið at taka ímóti meiri neyðhjálp. Hjálparfelagsskapir siga, at teir kunnu bara lata umleið 30 prosent av teirri hjálp, sum er neyðug.
Í dag skal Ban Ki-Moon vitja Irawaddy-ósan, sum varð serliga meint raktur av melduródnini, og í morgin skal hann hitta hernaðarleiðararnar.
Í morgin eru tríggjar vikur síðani melduródnina í Burma, og alment eru 58.000 fólk funnin deyð.