Ballon d’Or: Gavi er bestur av teimum ungu

Miðvallarin hjá FC Barcelona hevur vunnið Kopa heiðurin til Ballon d’Or tiltakið

Mynd: (Scanpix) Gavi við Kopa heiðrinum

Í dag er Ballon d’Or tiltakið hjá France Football fótbóltsmagasininum. Fyrstu at fáa ein heiður er 18 ára gamli miðvallarin hjá FC Barcelona, Gavi. Hann hevur vunnið Kopa heiðurin, sum er til besta spælaran undir 21 ár.

 

Hetta er annað árið á rað, at ein spælari frá FC Barcelona vinnur heiðurin. Í fjør var tað Pedri, sum vann heiðurin. Gavi vann heiðurin í kapping við Eduardo Camavinga úr Real Madrid og Jamal Musiala úr Bayern Munchen

 

Av øðrum kunnu nevnast Jude Bellingham og Karim Adeyemi, sum báðir spæla við Borussia Dortmund. Undan Gavi hava eisini spælarar sum Lionel Messi og Ronaldinho vunnið heiðurin.

 

Seinni í kvøld verður tað væntandi Karim Benzema, sum fer at vinna sín fyrsta Ballon d’Or bólt.

 

##med2##

 

Mynd: (Scanpix) Gavi við Kopa heiðrinum