DANMARK 1. DEILD
Heldur ikki í næstbestu donsku deildini høvdu undanvind í vikuskiftinum. Óli Johannesen og Hvidovre høvdu vitjan av Randers Freja, sum hevur Atla Gregersen í hópinum. Hóast Hvidovre var á odda í steðginum, so fóru gestirnir við øllum stigunum. Teir vunnu 3?1, og nú stendur á gomlum nøglum í Hvidovre, sum er næstniðast og tykist hava kós ímóti niðurflytingini.
Dreymurin hjá Vejle eftir eitt ára fráveru aftur at sleppa upp í part í bestu deildini kámaðist nógv í vikuskiftinum. Fyrrapartin sunnudagin var Vejle og vitjaði í Herfølge, og nú skal vilja meiri enn illa til, um gamla meistaraliðið ikki eftir summarsteðginum verður partur av superliguni. Talan var um rættuliga undirhaldandi uppgerð, sum Herfølge vann 5?2. Heimaliðið var á odda 2?0, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, og tá ið dysturin var seytjan minuttir gamal, var støðan 2?2. Seinna Vejle málið skoraði fyrrverandi NSÍ spælarin, Ulrik Balling, við hendinga góðum fluktskoti við vinstra beini.
Eftir steðgin setti Herfølge alt upp á pláss. Teir skoraðu trý mál afturat og vunnu 5?2. Vejle var undan dystinum og er framvegis á triðja plássi. Men munurin frá Herfølge og niður til næstu hóttanirnar niðanfyri uppflytingarstrikuna øktist, og harvið skal vilja meiri enn illa til, um Herfølge ikki eftir summarsteðginum verður í superliguni.
Christian Høgni Jacobsen var á beinkinum hjá Vejle. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Christian Høgni loysti Ulrik Balling av í álopinum, men hann fekk einki mál. Ta løtuna, sum hann var á vøllinum, var heimaliðið greitt omaná. Undan hesum dystinum hevði Vejle vunnið seks ferðir á rað. Hetta var fyrsta tapið hjá Vejle, síðani teir fyrr í vár skiftu venjara.
Tapið hjá Vejle hevði við sær, at Frem kundi styrkja um sín møguleika at flyta upp, og tað eydnaðist. Frem var á útivølli í Fredericia, har teir vunnu 2?0, og nú eru teir seks stig frammanfyri Vejle.
Eitt av liðunum, sum saman við Hvidovre ríður um niðurflytingar strikuna, er B93. Gamla stórfelagið á Eysturbrúgv hevði vitjan av B1909 úr Odense, sum vann sannførandi 3?1. Troystarmálið hjá B93 kom ikki fyrrenn í evstu løtu. Tað skoraði Anders Nygaard. Í fjør taldist hann millum spælararnar hjá B68. Hann var málsøkin stuðul í steypakappingini og í fyrstu umførunum í landskappingini, men eftir at hann tíðliga í kappingini varð skaddur, hevði hann sera ilt við at koma fyri seg aftur.
AC Horsens, sum hevur Johan B. Hansen á linum, hevði vitjan av HIK, sum er aftast í deildini. Horsens vann 4?2.