Eyðun á Borg
Hjá okkum hoyggjaðu vit upp á tann gamla mátan. Seinni kom okkurt, teir nevna súrhoyggj. Nú eru so fleiri farin at balla.
BALLA: (úttalast badla). Eg hoyri fleiri bøndur og traðarmenn siga, at teir balla (ll) hoyggj. Hetta kann ikki vera rætt, so segði viðareiðiskonan eisini. Badla mugu vit úttala orðið á føroyskum!
Orðabókin sigur, at balla merkir: at leggja eitt tætt uttan um eitt. Har verður tosað um eina dýnu; men tað man eisini bera til at balla hoyggj, ella hvussu?
Um hoyggj sigur orðabókin, at balla merkir: at nulva ella klúka, so orðið kann brúkast um hoyggj eisini.
BALLINGUR, sigur orðabókin, merkir: fast samanrullaður bøllur av hálvturrum hoyggj, so tað, sum onkur nevnir rullubyrðu, kann kanska eisini eita ein ballingur!?! Ballur (ll) ber ikki til at siga!
Niðurstøða: at balla (dl) hoyggj og ein ballingur ella rullubyrða!
Ballast (ll) er okkurt annað! Hoyrdi onkran siga, at skipið hevði ballast. Tað skuldi vera barlast.
HOYTALARI: Aftur til hoyggið. Nógv tosa um hoytalarar. Kenni fleiri hoy-orð: hoyterri, hoysoppur, hoytjóvur, men hoytalari, hvat er tað fyri ein talari? Sjáldan munnu talur verða hildnar, tá hoyggjað verður!?
SEPTEMBUR: Okkurt blað skrivar septembur. Latið okkum nú í heyst fara at skriva mánaðirnar við ur-ending! Stuttligt hevði verið, um Dimmalætting ella Sosialurin høvdu torað at skrivað ta meiri føroysku endingina, -ur!
Við hoykvøðu
frá partvíst hoyvíkingi