Eingin ivi er um týdningin, sum Michael Ballack hevur fyri týska landsliðið. Tí er einki at siga til, at Týskland er í ringum skørum. Ballack er vorðin skaddur í høgra leggi.
Týsku læknarnir arbeiða tað, teir eru mentir, fyri at tað skal eydnast at fáa liðformannin at vera so mikið væl fyri, at hann verður førur fyri at spæla í EM finaluni, sum verður á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien í kvøld kl. 19.45.
-Eg vóni sjálvandi, at Ballack verður førur fyri at spæla. Men vit mugu eisini hugsa um, hvat vit skulu gera, um hann ikki verður førur fyri at spæla, sigur týski landsliðsvenjarin Joachim Löw.
Alternativið hjá Löw, um Ballack ikki verður førur fyri at spæla, er, at Tim Borowski fær møguleikan millum teir fyrstu ellivu.
-23 spælarar eru í hópinum. Teir, sum ikki hava verið so nógv við í dystunum, hava vant sera nógv. Um Ballack verður skaddur, mugu sjálvandi vera til reiðar við einari aðrari ætlan, sigur Löw.
Orsaka av leikbanni var Ballack ikki við í HM-finaluni, sum Týskland spældi ímóti Brasilia í 2002, og hann hevur tapt Champions League finalur við bæði Bayer Leverkusen og Chelsea. So finalur hava higartil ikki verið eydnan hjá stóru týsku fótbóltsstjørnuni.