Sum væntað kom øði í serbar, tá albanski meirilutin í Kosova boðaði frá, at landsparturin hevði tikið loysing og var vorðin sjálvstøðugt land. Í Beograd og øðrum býum tustu túsundtals fólk út á gøturnar at mótmæla fráboðanini úr Pristina, og fleiri kravdu, at Serbia skuldi seta albanararnar upp á pláss við makt.
Serbisku myndugleikarnir høvdu sent nógvar løgreglumenn at forða fyri ófriði, og minst 30 fólk fingu skaða í samanbrestum millum løgregluna og mótmælisfólk. Umleið helmingurin av teimum, sum fingu skaða, vóru løgreglumenn.
Mótmælisfólkini royndu at sleppa inn á amerikonsku sendistovuna í Beograd, men har høvdu myndugleikarnir sett umleið 500 løgreglumenn at verja sendistovuna. Kortini eydnaðist tað mótmælisfólkunum at bróta onkrar rútar á sendistovuni.
Slovenska sendistovan stóð eisini fyri skotum. Slovenia hevur í løtuni formansskapin í ES, og fólk vóru í øðini um, at Slovenia styðjar ætlanina hjá ES at viðurkenna Kosova sum sjálvstøðugt land.
Fagnaður og misnøgd
Útlendskir eygleiðarar í Serbia siga, at boðað er frá fleiri mótmælisgongum í dag og teir næstu dagarnar, og teir vænta tí meiri ófrið í Beograd og øðrum stórum býum. Serbisku fjølmiðlarnir hava eisini eggjað fólki til at vísa sína misnøgd við, at Kosova er stolið, sum bløðini málbera seg.
Í Kosova vóru fleiri túsund fólk í gøtunum og fagnaðu avgerðini at lýsa landið sjálvstøðugt. Serliga í høvuðsstaðnum Pristina er óførur fagnaður, og hóast tað frysti ellivu stig, hildu nógv túsund fólk á út á náttina.
Men rómurin í gøtunum í Pristina lýsir ikki allan sannleikan um støðuna í Kosova, tí tann serbiski minnilutin er alt annað enn fegin. Serbarnir eru harðliga ímóti at loysa Kosova frá Serbia. Mótstøðan er serliga stór í býnum Mitrovica, har nógvir víðgongdir serbar halda til.
NATO hevur sent eyka hermenn og løgreglumenn til tann serbiska partin av Kosova fyri at forða fyri ófriði. Dagurin í dag og teir næstu dagarnir fara at vísa, um tað er nóg mikið, skrivar Reuters.
Ósemja í ST
Eftir kravi frá Russlandi kom trygdarráðið hjá ST saman í gjárkvøldið at viðgera støðuna, nú albanski meirilutin í Kosova hevur lýst serbiska landspartin sum sjálvstøðugt land. Á fundinum gjørdi russiski sendiharrin, Vitalij Tsjurkin, greitt, at Russland metir avgerðina hjá albanska meirilutanum í Kosova ólógliga, men hesum fekk hann ikki undirtøku fyri í trygdarráðnum.
Russiski sendiharrin vildi eisini vera við, at avgerðin at loysa frá Serbia stríðir ímóti samtykt nr. 1244 hjá ST um Kosova. Tað helt bretski sendiharrin, John Sawers, ikki og vísti á, at ST-samtyktin kann ikki forða londum at viðurkenna Kosova sum sjálvstøðugt land. Tí ræður hvørt einstakt land fyri, segði Sawers.
Bretland og seks onnur lond úr Vesturheiminum samtyktu samtyktu síðani eina fráboðan, sum sigur, at málið at finna eina endaliga loysn fyri Kosova er nú rokkið. Tað seinasta orðið er kortini ikki sagt, tí trygdarráðið skal aftur halda fund í kvøld. Russland hevur biðið um, at tann fundurin verður almennur, og at serbiski forsetin, Boris Tadic, sleppur at taka lut á fundinum.
Kina og Russland, sum bæði gava sýtingarrætt í ST, hava sagt, at tey viðurkenna ikki Kosova. Hini trý londini við sýtingarrætti, USA, Bretland og Frakland, fara væntandi ar viðurkenna tað nýggja landið um stutta tíð.










