Bale hetjan í Real Madrid

Heimsins dýrasti fótbóltsspælari søkti Barcelona í Copa del Rey finaluni

Tað gjørdist Gareth Bale, sum farna summar gjørdist dýrasti fótbóltsspælari nakrantíð, tá Real Madrid keypti hann frá Tottenham, ið gjørdist hetjan fyri Real Madrid. Hann skoraði avgerandi málið í Copa del Rey finaluni, tá bara fimm minuttir restaðu í dystinum.

 

Real Madrid var uttan Cristiano Ronaldo, meðan Sergi Ramos bleiv lappaður saman til dystin. Fyri Barcelona gjørdu skaðar, at Marc Bartra byrjaði inni í miðverjuni saman við Javier Mascherano.

 

Real Madrid kom á odda longu aftaná 11 minuttir. Dani Alves misti bóltin í uppspælinum. Tað endar við at Karim Benzema spælir Ángel Di María leysan og skorar.

 

Lionel Messi var ikki so nógv at síggja á bóltinum og tað gekk ikki heilt við smáspælinum. Heldur bleiv tað til nógv innlegg, sum verjan hjá Real Madrid ruddaði burtur.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom so útjavnandi málið. Sigandi fyri manglandi gjøgnumbrotini hjá Barcelona, so kom málið eftir hornaspark. Xavi sendi bóltin innfyri til Marc Bartra, sum stútaði bóltin í málið.

 

Avgerandi løtan kom fimm minuttir fyri tíð, tá Gareth Bale vísti hví Real Madrid gjørdi hann til heimsins dýrasta fótbóltsspælara. Í kontrastøðu rann hann frá verjuni hjá Barcelona og tætt undir málinum prikaði hann bóltin millum beinini á málverjanum til 2-1.

 

Barcelona trýti seianstu løtuna og Neymar rakti stongina, men tað bleiv ikki til meir enn tað.

 

Copa del Rey finalan 2014:

Real Madrid – Barcelona 2-1 (1-0)

1-0 Ángel Di María, 11

1-1 Marc Bartra, 68

2-1 Gareth Bale, 85