Baldvin Baldvinsson 60 ár

Fríggjadagin 15. oktober fyllir kendi málarameistarin og ítróttarmaðurin Baldvin Baldvinsson í Havn 60 ár.

Frá unglinga minnist eg fryntliga vestmenningin Baldvin Baldvinsson frá miðbýnum í Havn.

Maðurin fór sum blaðungur til B36 at spæla fótbólt, og skjótt gekk framá. Hesin ágrýtni evnaríki spælarin kom skjótt upp í 1. deld at spæla. Hann hevði alt, sum aðrir droymdu um, kvikur skjeyt nógv mál, og ein av bestu spælarunum í landinum.

Hann spældi í 1. deild í 10 ár, frá 1964-1974. Bleiv settur sum framherji á landsliðnum, har hann spældi 5 landsliðsdystir og skjeyt 5 mál.

Baldvin fór í læru sum málari hjá Pola Smith í 1959 og gjørdist liðugur í 1965. Síðan hevur hann arbeitt sum sjálvstøðugur, og væl hevur gingist.

Tað sum sermerkir Baldvin er hansara vitan innan nærum allan fótbólt kring knøttin, men hann fylgir best við í enskum fótbólti, har hann er viðhaldsmaður hjá felagnum Tottenham.

Baldvin hevur ógvuliga lætt lyndi og altíð klárur við eini hjálpandi hond. Stuttligt hevur verið at siti á Konditarínum hesi nógvu ár saman við tær og práta um mangt og hvat, vit loystu mangan verðinsproblemini og ikki minst fótbóltin úti og heima.

Vit hava havt mangar hugnaligar løtur heima hjá tær, har tú so óført heldur hús og varðar um tíni.

Vit gleða okkum at heilsa tær í B36-húsinum fríggjadagin 15. oktober fyrrapart.

Baldvin eigur fýra døtur: Sarita, Birita: Elin og Jóna, og tríggjar abbasynir: Rógvi, Baldvin og Jónas.

Vit heilsa tær á 60 ára degnum og ynskja tær nógv góð ár framyvir.

Vinur