Fýra ísfiskatrolarar og ein garnabátur hava landað í Saltangará hesa vikuna. Útlitini fyri komandi viku eru ikki nakað serlig. Mikudagin vóru Polarhav og Stjørnan inni við 106.000 pundum, og i gjár vóru Bakur og Stelkur inni við 180.000 pundum.
Skipini høvdu verið fullan túr, og at kalla øll veiðan var upsi.
Veiðan hjá leirvíkstrolarunum hevur verið vánalig hendan túrin, meðan heldur frægari hevur vignast hjá Baki og Stelki.
Í dag er garnabáturin Oknin inni við umleið 12.000 pundum av havtasku.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará halda tey ikki, at útlitini fyri komandi vikuna eru nakað serlig.