Baksið er neyðugt fyri at sigra

Røða hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, hildin aftaná kappróðurin á ólavsøku 2014

Røða hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, hildin aftaná kappróðurin á ólavsøku 2014:

 

Gott róðrarfólk, góðu ólavsøkugestir!

 

Á ólavsøku endar kappróðrarárið. Og aftur í ár hevur kappingin verið hørð og spennandi. – ikki minst í dag, seinasta róðrardagin, her nógv hevur verið gjørt burturúr á havnalagnum. Tað eiga fyrireikarirnir rós og tøkk fyri.

 

Bátsmanningarnar hava givið alt. Og tað er ikki smávegis orka, sum verður løgd í ein slíkan dag, tí venjingarstøðan er góð eftir drúgva og miðvísa venjing. Men alt hetta baksið er neyðugt, um ein skal gera seg galdandi og sigra.

 

Vit hava sæð góð úrslit aftur í ár, - so heiðurin er væl uppi borin hjá tykkum, sum fara at fáa steyp handað um eina løtu, - Hjartaliga til lukku øll somul! - Men heiðurin er eisini tykkara, ið hava róð av øllum alvi, men kortini gjørdust ov stutt til steypið hesaferð.

 

Kappróður er tjóðarítrótt okkara, og í hesum liggja stór mentanarlig virði. Tí kappróður er serføroyskur og byggir á gamalt føroyskt handverk og føroyska siðvenju. Kappróðrarbáturin er smíðaður eftir føroyska bátinum, sum var útróðrarfarið og lívsæðrin í farnari tíð. Og kappróðurin er sprottin úr sama jørildi. Tí sjálvt um báturin í gomlum døgum, so at siga, burturav var nýttur til útróður o.a. arbeiði, sum mátti gerast fyri at lívbjarga sær á klettunum, so kom meir enn so fyri, at róð varð kapp. Og tað er heldur ikki so løgið, tí tað liggur djúpt í menniskjans lyndi at vilja kappast, - at stremba eftir at seta nýggj met, - at vilja vinna.

 

Sigurð Joensen, sáli, segði einastaðni, at allur róður á ein ella annan hátt er kappróður. “Tað veldst um, hvørjum tú rørt ímóti. Kanska móti broddi á vestfalli ella nýkomnari havætt við hørðum tøkum. Var tað doktararóður ella jarðarmóðurróður? Tá róði hvør maður fyri lívinum og kappróði viðhvørt móti deyðanum. Tak grindaróðurin. Kanska var tað matloysinum, tú tá róði ímóti. Ella kappróðurin um bestu fiskileiðina, tá ið fiskaloysi var.”

 

Góðu rógvarar – tit eiga at leggja tykkum í geyma, at hvørt áratak -  ikki einans hevur verið ein kapping við hinar bátarnar, men eisini eitt tak fyri góðari kropsvenjing, samanhaldi og ikki minst – eitt tak - fyri at halda lív í kappróðrinum.  – Vónandi halda flestu tykkara á fram annaðhvørt við at rógva, ella at virka í feløgunum kapprórinum at frama.

 

Fari at enda at takka tykkum, sum hava róð, Róðrarsambandinum, lokalu róðrarfeløgunum og sjálvbodnu kreftinum kring landið, sum leggja lunnar undir, at kappróðurin livir, hóast kappingin frá øðrum ítróttargreinum og tiltøkum er sera hørð.

Framhaldandi góða ólavsøku øll somul!

Takk fyri!