Bakkafrost undirskrivar sáttmálar fyri 250 mió

Í morgin klokkan 15 fer Bakkafrost at undirskriva sáttmálar á FaroExpo fyri umleið 250 miljónir krónur.

 

Í morgin - hósdagin 23. oktober klokkan 15 - fer Bakkafrost at undirskriva sáttmálar við veitarar til slóðbrótandi nýggja virkið, ið samtakið fer undir at byggja í næstum.

 

Talan er um sáttmálar, ið hava eitt samlað virðið á umleið 250 miljónir krónur.

 

Í samband við undirskrivingina fer Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, at siga nøkur orð.

 

Tiltakið verður í nýggja partinum av Bylguni - nýggju fimleikarhøllini í Runavík - har vinnustevnan FaroExpo eisini verður hildin.

 

Tað er samskiparin av FaroExpo, VRG (Virkisráðgevingin), sum veit hesi stórtíðindi at siga in.fo í kvøld.