Bakkafrost tveir nýggjar alibátar

- Í løtuni hava vit tríggjar alibátar í ordrabókini, men samskifti er við alifyritøkur um aðrar bátar, sigur Viggo Johannesen, sølustjóri.

Við alibátinum, sum Kj Hydraulik flotaði herfyri, hevur fyritøkan á Kambsdali í løtuni tríggjar alibátar í ordrabókini, og samskifti er við alifyritøkur um møguliga aðrar bátar aftrat.

 

Báturin, sum sæst á myndini, verður bygdur til Bakkafrost á Glyvrum, og Bakkafrost skal í hesum umfari hava ein alibát aftrat, sum í løtuni stendur í gerð.

 

Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ, sigur, at ein triði alibátur eisini er í ordrabókini, og hann verður væntandi latin eigarunum, tá komið er nakað inn í nýggja árið.

 

- Síðan hava vit ikki fleiri sáttmálar um alibátar beint í løtuni, men samskifti er við alifyritøkur sum umhugsa at byggja sær nýggjar bátar.

 

Hann vísir á, at alibáturin, sum herfyri varð flotaður og báturin, sum nú stendur í gerð, eru teir smærru bátarnir av sínum slag.

 

- Vit hava eisini nokso fitt av gera á Eiði, har nakrir mans alla tíðina arbeiða við at gera nýggjar aliringar, sigur sølustjórin, Viggo Johannesen.