Tað gongur strúkandi hjá Bakkafrost. Sølan í triðja ársfjórðingi var 369 milliónir krónur ímóti 178 milliónir sama ársfjóðring í fjør.
Rakstrarúrslitið fyri triðja ársfjóðring vísti eitt avlop á 70 milliónir krónur, og tað svarar til ein vinning upp á 6,08 krónur fyri hvørt kilo av laksi, sum varð tikin í triðja ársfjóðringi ímóti 12,49 krónur í sama tíðarskeiði í fjør.
Úrslitið eftir skatt fyri triðja ársfjórðing var ein vinningur 160 milliónir. Fallandi laksaprísurin hevur viðført munandi niðurskrivingar av fiskinum, sum felagið hevur í sjónum, og er hetta ført yvir raksturin, sigur Bakkafrost í fráboðan.
Sølan fyrstu níggju mánaðirnar í ár er 924 milliónir krónur ímóti 568 milliónum krónum somu mánaðir í fjør, og úrslitið eftir skatt er 238 milliónir krónur ímóti 145 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør.
Úrslitið pr. Kilo var 12,55 krónur fyrstu níggju mánaðirnar í 2011 móti 11,09 krónur sama tíðarskeið í fjør. Og tað sigur leiðslan seg vera væl nøgda við.
- Bakkafrost hevur víst at eisini við lækkandi laksaprísum hevur felagið fingið eitt gott úrslit. Tað er alneyðugt at kappingarføri er gott nú vit væntandi koma inn í eitt tíðarskeið við lægri laksaprísum. Alivinnan í øðrum londum fer at framleiða nógvan laks í 2012 og kappingarføri í Føroyum kemur at standa sína roynd. Vit eru klár at taka við hesi avbjóðing og eru serliga fegin um at felagið fekk møguleika at styrkja seg við keypinum av Havsbrún fyrr í ár, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Positiva ávirkan
Tøkan av laksi tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar var 22.795 tons av kruvdum laksi, og Bakkafrost setti út 6,5 milliónir smolt hetta tíðarskeiðið. Útboðið av laksi er økt 19% í triðja ársfjórðingi, og tað hevur merkt marknaðin. Tað merkir lækkandi laksaprísir og eina harðari kapping.
Havsbrún, ið er partur av konsernini, hevur selt 60.819 tons av fóðri fyrstu nýggju mánaðirnar í 2011. Hetta er 43% meir enn sama tíðarskeið ífjør. Samlaða sølan í 2011 væntast at vera eini 80.000 tons.
Laksaprísurin lækkaði meir enn 10 krónur fyri hvørt kilo í triðja ársfjórðingi. Vinningurin í vinnuni væntast sostatt at verða á einum lægri støði enn seinasta árið.
Bakkafrost væntar at taka eini 14.000 tons fjórða ársfjórðing, soleiðis at samlaða tøkan í árinum kemur uppá 38.000 tons. Væntandi fer lækkaði laksaprísurin at hava positiva ávirkan á laksamarknaðin, soleiðis at eftirspurningurin veksur og harvið gevur nýggjar møguleikar bæði á nær- og fjarmarknaðum.
Við keypinum av Havsbrún fyrr í ár fekk Bakkafrost eisini portiónsvirkið í Fuglafirði. Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at dagføra virkið so tað lýkur ymisku krøvini íð verða sett.
Nakað av nýggjari útgerð er keypt og er ætlanin at byrja framleiðslu fyrst í komandi ári. Framleiðslan á Glyvrum koyrir við fullari orku og eftirsum felagið hevur økt um rávørugrundarlagið við keypinum av alipartinum hjá Havsbrún, verður grundarlag fyri at økja framleiðsluna av lidnum vørum.
Áleið 80% av framleiðsluni í 2012 er longu selt, og vónar leiðslan at tað fer at eydnast at selja so mikið at nokk verður at framleiða á báðum virkjum, sigur Bakkafrost í fráboðan.