Bakkafrost hevur ætlan um ein fyribils og longri steðg av virkseminum í Skotlandi. Tað hevur leiðslan í Bakkafrosti í gjár fráboðað starvsfólkunum á kryvistøðunum Arnish og Marybank.
Talan er um virkið í Stornoway í Hebridunum, sum er eitt av tveimum virkjum hjá Bakkafrost Skotland.
Tilsamans eru um 500 starvsfólk í Bakkafrost Skotland, og 80 starvsfólk arbeiða á hesum eina virkinum, sum ætlan er at lukka.
Sostatt eru 80 ársverk í váða fyri at verða ávirkað av hesum longra steðginum.
– Í Skotlandi hava vit tikið nógvan fisk fyrru helvt av árinum. Orsakað av útseting, avmarkað mongd í sjónum í ávísum økjum og stóru frástøðuni ímillum økir í Skotlandi verður sera avmarkað tøkumongd í norðurøkinum í Skotlandi mnæstu 18 mánaðirnar, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, í fráboðan til starvsfólkini.
– Tí standa vit fyri truplum avgerðum fyri at tryggja langtíðar haldføri í virkseminum í Skotlandi. Vit eru í einari skiftistíð við okkara virksemi í Skotlandi, og hetta úrslitar í óstøðugari tøku ígjøgnum árið. Hetta er vorðið uppaftur meria avbjóðandi orsakað av seinkingum í byggingini av Applecross smoltstøðini, og tað merkir, at vit ikki fáa størri smolt so tíðliga, sum vit høvdu ætlað, sigur Regin Jacobsen.
Hóast steðgur verður í virkseminum á hesum eina virkinum, so er tað enn framvegis nógv virksemi í alingini og smoltaling á hinum virkinum.