Ætlanir eru um at byggja eina nýggja smoltstøð í Suðuroy. Smoltstøðin á Norðtoftum er víðkað munandi, og arbeitt verður við at víðka støðina inni á Dølum á Viðareiði.
- Bakkafrost boðaði fyrr í ár frá, at íløguætlanin verður økt við 370 miljónum krónum, sum brúktar verða til at økja um smoltframleiðsluna. Ætlanin er ikki at økja um talið á smolti, men at økja um vektina á smoltinum, sum sett verður út.
Tað veit Fiskaaling frá Bakkafrosti at siga.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at arbeitt hevur verið í eina tíð við ætlanini at seta størri smolt á sjógv, og tað er í hesum sambandi, at arbeitt verður við at útbyggja smoltstøðirnar.
- Vektin á útsetta smoltinum verður økt úr teimum 100-120 grammunum, sum hon er í dag, upp í 300 gram, leggur hann aftrat.
Stjórin sigur, at fyrimunirnir við hesum verða fleiri. Smoltið verður betri fyri við útsetingini, og tíðin í sjónum verður væntandi stytt við trimum mánaðum.
- Hetta skal so síggjast aftur í betri heilsustøðu, minni lús og øðrum fyrimunum.
Umframt at lata smolt til sínar egnu alistøðir, letur Bakkafrost eisini smolt til støðirnar hjá Faroe Farming í Suðuroy.
- Arbeitt verður við at byggja eina smoltstøð í Suðuroy. Hugt er at ymiskum møguleikum, men enn er eingin endalig avgerð tikin um, hvar í Suðuroy ein nýggj smoltstøð verður bygd, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, við Fiskaaling.