Bakkafrost breyt ikki lógina tá ið tey fluttu laks úr Suðuroy

Landsstýrismaðurin sigur, at Bakkafrost fekk undantaksloyvi til tað tí at góðar grundir vóru fyri tí

Tað fór einki ólógligt fram, tá ið Bakkafrost herfyri flutti laks úr Suðuroynni norður á Glyvrar til virkingar og stongdi kryvjivirkið í Vági.

Tað staðfestir Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Avleiðingin var, at 40 fólk á kryvjivirkinum vórðu søgd úr starvi og tað fekk tey bæði tingfólkini úr Suðuroy, Sirið Stenberg úr Tjóðveldi og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, at spyrja landsstýrismannin um alt var farið rætt fram.

Tey vísa á, at eftir lógini skal laksur, sum er aldur í Suðuroy, eisini virkast í Suðuroy, men í serstøkum føri kann undantaksloyvi gevast. Talan kann vera um støður, alarin ikki hevur tamarhald á.

Og Helgi Abrahamsen sigur, at tað er nettupp tað, sum hent í hesum føri.

Hann sigur, at í tveimum førum hevur Bakkafrost flutt laks úr Suðuroy og norðu eftir til virkingar - men hinvegin hevur Bakkafrost, sjálvboðið, flutt størri nøgdir av laksi norðan eftir til Suðuroyar til virkingar.

Í báðum førum, laksur er fluttur norður eftir, er undantaksloyvi givið til tað.

Í báðum førum var tað tí, at aliringarnir máttu tømast so skjótt, at virkið í Vági ikki kláraði at arbeiða laksin undan.

Fyrru ferð var í 2018, áðrenn virkið í Vági virkaði til fulnar. Tá máttu airingarnir í Froðba tømast fyri at basa lús.

Seinnu ferð var P/F Bakkafrost upplýsti, at fiskurin á Vágsfirði hevði stórar lúsatrupulleikar og tí mátti takast beinanvegin. Fiskurin á Hovsfirði hevði hinvegin stórtrivist og var vaksin skjótari enn væntað.

Tí máttu ringarnir tømast skjótt og tað kláraði virkið í Vági ikki at taka ímóti.

Helgi Abrahamsen heldur tí, at í báðum førum vóru fortreytirnar fyri at fáa undantaksloyvi, til staðar.