Bakkafrost bjargar okkara útflutningi

Økti útflutningurin hjá føroysku alivinnuni ger, at samlaði útflutningurin av fiskavørum í krónum er heldur hægri í fjør enn fyrraári, hóast nøgdirnar av fiski og fiskavørum eru minkaðar við fleiri enn 60.000 tonsum í 2009

Útflutningur

Tú hoyrir av og á, at tað er Bakkafrost-samtakið á Glyvrum, sum hevur bjargað føroyskum fiskaútflutningi í fjør. Tað er ikki einki um hetta, tí tølini yvir útflutning av laksi og laksavørum prógva, at tað veruliga er alivinnan, sum stendur fyri at kalla øllum vøkstrinum í føroyska útflutningsvirðinum í 2009. Men føroysk aling er framvegis meiri enn Bakkafrost, tó at samtakið er ein risi í føroyskum høpi, og stendur fyri umleið 20% av okkara fiskaútflutningi.
Á síni heimasíðu hevur Hagstova Føroya eina fyribilsuppgerð av útflutninginum fyri 2009. Uppgerðin vísir, at samlaða virðið av útfluttum fiski er 6 miljónir krónur størri í fjør enn árið fyri, tó at nøgdirnar í 2009 minkaðu við fleiri enn 60.000 tonsum.

Dýrur alifiskur
Orsøkin til, at fiskaútflutningurin í krónum ikki er minkaður, men heldur er kvinkaður uppeftir, er, at nøgdirnar av dýrum alifiski eru nógv øktar, samstundis sum stóra minkingin í nøgdini stavar frá bíligum fiskasløgum, fyrst og fremst svartkjafti.
Árini 2008 til 2009 øktist útflutningurin av føroyskum alifiski úr 37.074 tonsum upp í 47.533 tons. Hetta er ein munur uppá 10.459 tons, sum í krónum svarar til ein vøkstur uppá 421 miljónir.
Taka vit allan útflutningin, har skip, flogfør og tílíkt er íroknað, sæst í uppgerðini hjá Hagstovu Føroya, at samlaða útflutningsvirðið minkar við 8% i 2009. Hetta kemst serliga av, at útflutningurin av skipum minkaði nógv hetta árið.

Vøkstur í USA
Føroyingar útflyta mest til Bretlands, og næstir í røðini sum keyparaland er Danmark.
Í 2008 var Noreg okkara næst størsti marknaður, og hetta komst av, at skip vórðu seld hagar fyri 350 miljónir krónur.
Hagstova Føroya sigur, at størsta broytingin í 2009 er helst, at 8% av útflutninginum nú fór til USA. Flestu undanfarin ár er 1-3% farið hagar.
Orsøkin til, at útflutningurin til USA er øktur so nógv í 2009 er, at trupulleikar í chilensku alivinnuni hava givið føroyskum alarum øktar møguleikar at selja munandi meiri laks til USA.
Hagstova Føroya veit at siga, at 98% av føroyska útflutninginum til USA er alifiskur.