Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2015 var 1.001 milliónir krónur í mun til 834 milliónir krónur fyri 2014. Árið 2015 gjørdist tí metgott. Virksemið á landi og sjógvi hilnaðist væl, samstundis sum laksamarknaðurin var góður í 2015. Úrslitið eftir skatt var 810 milliónir krónur fyri 2015 samanborið við 647 milliónir krónur fyri 2014.
– 2015 gjørdist eitt hendingaríkt ár hjá Bakkafrost. Í summar fekk felagið skipið „Hans á Bakka“, sum vit meta er eitt stórt frambrot innan aling í Føroyum. Sera stórt virksemi er ígongd at byggja nýggjar framkomnar framleiðslueindir sum framyvir koma at vera við at flyta føroyska alivinnu enn longur rætta vegin. Alideildin hevði eitt framúr gott úrslit vegna góða lívfrøðiliga gongd og góðan marknað. Saman við góðum úrslitinum á liðugvøruvirkjunum og góðu gongdini á Havsbrún, legði hetta grundarlag undir einum met rakstrarúrsliti á eina milliard krónur fyri 2015, sigur Regin jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Bakkafrost gjørdi íløgur fyri góðar 600 milliónir krónur í 2015. Tann størsta íløgan var í kryvji- og góðskingarvirkið á Bakka, sum verður liðugt í 2016. Á virkinum verður laksurin kruvdur og meirvirkaður. Væntandi verða eini 300 starvsfólk knýtt at hesum virki. Ein onnur stór íløga í 2015 var smoltstøðin á Viðareiði.