Bakaríið á Gripsvegnum snarar lykilin

Gunnleivs Bakarí á Gripsvegnum í Havn snarar í dag lyklinum fyri seinastu ferð

? Virksemið er so lítið nú, at tað loysir seg ikki at hava handilin opnan, sigur Carl Mouritsen, stjóri á Gunnleivs Bakaríi.
? Aðrir handlar liggja so tætt uppá, og handilin vit hava á Hoyvíksvegnum er eisini nær við, so ov lítið av fólki vitjar handilin á Gripsvegnum. Eisini aðrir handlar, sum PE og SMS liggja í nærøkinum.
Seinasti dagur bakaríið hevur opið er í dag, leygardagin.
Carl Mouritsen sigur, at virksemið í bakarínum er minkað so við og við, so nú er valt at lata aftur. Starvsfólkini, ið arbeiða á Gripsvegnum, hava fingið arbeiðið aðrastaðni á virkinum.
Handilin á Landavegnum og á Hoyvíksvegnum fara framvegis at hava opið.