Køkuna á viðheftu mynd bakaði ein føroysk kvinna til hetta vikuskiftið, og myndin var eisini at síggja á hennara Facebook-síðu.
In.fo hevur fingið loyvi at brúka køku-myndina, men eftir áheitan frá eigaranum hava vit lovað ikki at siga, hvør bakarin er.
Onkur, sum viðmerkir á tráðnum hjá kvinnuni, heldur fyri, at hetta er eitt festligt bakverk, og annar lesari sigur soleiðis:
- Henda ódámliga koronavirus-myndin, sum ofta verður víst, virkar visuelt óhugnalig upp á meg.
Ein lesari á tráðnum skrivar, at hon neyvan hevði etið av hesi køku, og ein annar spyr um kvinnan, ið hevur bakað, torir at eta av køkuni.
- Vónandi gerist eg mótstøðufør, svarar kvinnan, sum eigur korona-køkuna.
Tað eru eisini fólk á tráðnum, sum halda, at køkan vísir gott hugflog, og ein lesari heldur fyri, at tað kanska hevði borið til at drukkið spritt aftur við køkuni.
- Hasa køkuna hevði eg sett í hálsin, heldur enn ein lesari fyri.
Kvinnan, sum bakaði korona-køkuna á viðheftu mynd, vísir at enda á, at eitt sindur av skemti eisini skal til í tíðum sum hesum.